641,8 milliónir í ríkisveiting komandi ár

641,8 milliónir í ríkisveiting komandi ár
Danska stjórnin hevur lagt uppskotið um fíggjarlóg fyri komandi ár fram í dag, og Føroyar fáa somu upphædd í ríkisveiting næsta ár sum í ár.
Kristian Jensen, danskur fíggjarmálaráðharri, leggur fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2019.
 
30.08.2018 - 11:48

Føroyar fáa 641,8 milliónir krónur í ríkisveiting úr Danmark komandi ár. Tað er tað sama sum í ár.

Grønland fær 3 milliardir og 857 milliónir krónur.

Danska stjórnin hevur lagt uppskotið um fíggjarlóg fyri komandi ár fram í dag.

10 milliónir verða settar av komandi ár fyri at styrkja kunnleikan til Ríkisfelagsskapin.

Ætlanin er at seta 5 milliónir av árliga frá 2020 til 2022, sæst í uppskotinum hjá donsku stjórnini til fíggjarlóg fyri 2019.

Hetta er seinasta uppskot um fíggjarlóg fyri fólkatingsvalið, sum skal vera í seinasta lagi 18. juni 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946