Uppboðssølurnar í 2018 góvu 143 milliónir

bannari
Uppboðssølurnar í 2018 góvu 143 milliónir
Seinasta uppboðssølan var avgreidd í dag. Á botnlinjuni stendur, at uppboðssølurnar í ár hava givið tí almenna tilsamans 143.387.010 milliónir kr.
 
23.08.2018 - 16:57

Seinasta uppboðssølan av fiskatilfeingi í ár er nú avgreidd, og á botnlinjuni stendur, at uppboðssølurnar í ár hava givið tí almenna tilsamans 143.387.010 milliónir krónur.

Uppboðssølan, sum var í dag, var afturlatin, og 1, 3 og 8 ára rættindi at veiða sild í føroyskum, íslendskum og NEAF-C øki vórðu seld.

Næraberg og Varðin vunnu øll uppboðini í dag.

1-ára rættindini fóru fyri hálvatriðju krónu kilo, 3-ára rættindini fyri 2 krónur og 75 oyru og 8-ára rættindini fóru fyri 2 krónur og 95 oyru.

Næraberg og Varðin keyptu fyri tilsamans 19,6 milliónir krónur av sildarættindum í dag, og tilsamans eru altso rættindi seld fyri góðar 143 milliónir krónur í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791