Skulu hava prógv fyri at sigla vatnskutara

Skulu hava prógv fyri at sigla vatnskutara
Tvær kunngerðir eru á veg um vatnskutarar, sum millum annað hava við sær, at fólk skulu hava prógv fyri at sigla vatnskutara
Mynd: Eileen Sandá á Flickr  
 
19.07.2018 - 11:21

Skjótt skulu fólk hava prógv fyri at sigla vatnskutara.

Tvær kunngerðir eru á veg um vatnskutatar, ella um motorrikið stuttleikafar við skrokklongd undir fýra metrar, sum millum annað vatnskutarar kallast í kunngerðunum.

Uppskotini um kunngerðirnar eru send til hoyringar,

Sambært øðrum uppskotinum skulu førarar vera fyltir 16 ár og hava vatnskutaraprógv frá góðkendum skeiðsveitara. 

Skeiðið verður ikki boðið út í løtuni, men fyrireikingar verða gjørdar, so skeiðið verður boðið út í næstum, sigur Vinnumálaráðið. 

Kravið um prógv kemur í gildi 1.januar 2020. Men kravið um tey 16 árini kemur dagin eftir, at kunngerðin er komin í gildi.

Í hinari kunngerðini er krav um góðkendan bjargingarvest og um kuldabjálvandi drakt. Er talan um flótidrakt er bjargingar ikki neyðug.

Har eru eisini ásetingar um ferð og fjarstøðu úr landi. Ikki má siglast nærri landi enn 300 metrar. 

Loyvt er tó at sjóseta hesi før frá strond ella frá bryggju, men tey mugu ikki sigla skjótari enn fimm fjórðingar út um 300 metrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981