- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norska stjórnin selir síðsta partin av SAS

Norski staturin eigur framvegis stívliga 10 % av flogfelagnum.
Norska stjórnin hevur í áravís ætlað at selt partabrøvini í SAS, men fíggjarliga støðan í felagnum og lágur kursur á partabrævinum gjørdu tað lítið áhugavert at selja.
Nú er vend komin í, og løtan er hin rætta at selja, metir norska stjórnin.
Erna Solberg, forsætisráðharri, roknar ikki við at sølan fær nakran týdning, hvørki fyri SAS ella tey, sum brúka flogfelagið.
- Flúgvingin hjá SAS í Norra gevur yvirskot, so tí rokni eg við at felagið heldur fram við øllum sínum virksmei í Norra, sigur Solberg við norska kringvarpið.
Norska stórtingið hevur fyri fleiri árum síðani givið stjórnini heimild at selja almenna partin av SAS.
Eftir fleiri ár við undirskoti og sparingum hevði skandinaviska flogfelagið 1,4 milliardir svenskar krónur í yvirskoti í fjør, tað er ein góð milliard danskar krónur.