- Tíðindi, mentan og ítróttur
Loyvi fingið frá landsstýrinum til 40 metra hædd
Innlendismálaráðið hevur givið Runavíkar kommunu loyvi at gera serstaka byggisamtykt á Skála, so ein høll kann byggjast oman á turrdokkina hjá skipasmiðjuni har.
Og tað verður eingin smávegis høll, sum Mest ætlar at byggja.
Loyvið umfatar eina høll, sum er 129 metrar long, 47 metrar breið og 40,4 metrar høg.
Men býráðið, sum skal geva byggiloyvið, skal eisini tryggja sær, at onnur kravd loyvi eru í lagi.
Býarskipanarnevndin hjá landinum mælti til, at serstaka byggisamtyktin á Skála verður gjørd, so skipasmiðjan Mest kann byggja 40 metra høga høll yvir turrdokkina.
Hetta tilmælið er síðani viðgjørt í Innlendismálaráðnum, sum eisini gav loyvi til serstøku byggisamtyktina.
Býarskipanarnevndin ásannaði, at ætlaða høllin fer at fylla nógv í bygdini og skerja útsýnið í pørtum hennara.
Nevndin mælti til
Nevndin tók undir við teimum, sum mótmæltu, at myndirnar, sum lógu frammi, ikki til fulnar vístu røttu myndina av høllini, sum ætlanin er at byggja.
Nevndin helt tó ikki, at nýggjar myndir fóru at hava avgerandi ávirkan á støðutakanina hjá nevndini.
Men nevndin ásannaði eisini, at skipasmiðjan er týðandi partur í bygdini, og at økið longu er lagt út til skipasmíð.
Harafturat fær ein høll jaliga ávirkan á bygdina. Arbeiðsumstøðurnar í turrdokkini batna nógv, og dálkandi útlát kann minka, sigur nevndin.
Býráðið í Runavík samtykti fyrst í oktober í fjør at taka undir við tilmælinum frá meirilutanum í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum um at gera serstaka byggisamtykt á Skála.
Tvey mótmæli vóru, annað frá 129 fólkum á Skála, hitt fra tveimum fólkum.