- Tíðindi, mentan og ítróttur
1,4 millión í undirskoti
Í løtuni umsitur Bústaðir 244 leigumál, og harafturat eru meira enn 100 leigubústaðir í gerð.
Í fjør gjørdi Bústaðir íløgur í grundøki og bygningar fyri 121,6 milliónur krónur. Við árslok høvdu Bústaðir tilsamans íbúðarbygningar og verkætlanir fyri 311 milliónir krónur.
Í fjør fekk Bústaðir heimild at taka 250 milliónir krónur í láni frá føroyskum lánveitarum.
Tann heimildin kom í tøkum tíma, tí á nýggjárinum var tøki peningurin hjá Bústøðum komin niður á 26,7 milliónir krónur.
Sambært ársfrágreiðingini roknar Bústaðir eisini við einum minni halli í ár. Roknað verður tó við, at javnvág verður millum leiguinntøkur og rakstrarútreiðslur í 2020 ella 2021, tá talið av leigumálum fer upp um 500.
Okkurt um 2000 fólk eru á limalistanum hjá bústaðarfelagnum. Bústaðir staðfesta í ársfrágreiðingini, at tørvurin á bústøðum framvegis er stórur, men størstur í Havn.
Tí ætlar Bústaðir at byggja á leið 225 íbúðir í høvuðsstaðarøkinum komandi árini.
Men avbjóðingin er stór. Torført er at fáa handverkarar, og kostnaðurin er hækkaður nógv. Tí ásanna stýri og stjórn fyri Bústaðir í ársfrágreiðingini, at Bústaðir fær ikki so nógv fyri pengarnar, sum ynskiligt er.