- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vóru á takinum á nýggjum skúla í Klaksvík
Í nátt fekk politiið fráboðan um nakrar ungdómar, sum gingu uppi á takinum á nýggja skúlanum, sum er í gerð í Klaksvík.
Men teir vóru farnir, tá politiið kom á staðið.
Hinvegin kundi ein maður, sum varð sæddur til gongu í Norðoyatunlinum, ikki fara so langt.
Rátt verður fólki frá at ganga í tunlum. Politiið fór eftir manninum í Norðoyatunlinum og setti hann av á Skipaneskrossinum. Maðurin verður tó ikki skuldsettur.
Í Tórsgøtu í Havn var "keðiligur stemningur", sum politiið tekur til, um fýra-tíðina í nátt. Men politiið fekk sissað fólk, áðrenn tey fóru til hendurs.
Tó sparkaði ein maður síðuna á einum bili, sum stóð í bilhalanum - bilkøini - í Tórsgøtu.
Talan er um herverk, men politiið ger ikki meira við málið, uttan so at bileigarin meldar hendingina. Tað hevur hann ikki gjørt enn, men hann veit, hvør sparkaði bilin hjá honum.