- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgonguskjalið er undirskrivað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gronland_3.png?itok=NnG-PodF)
Í avtaluni stendur m.a., at arbeiðið við grundlóg skal halda fram í hesum valskeiðnum, og flokkarnir kunnu frítt velja, hvønn tey vilja hava í nevndir, stendur í samgonguskjalinum, sambært KNR.
Ítøkiliga vallyftið hjá Siumut um arbeiðsfrádrátt verður eisini veruleiki, og verður sett í verk í 2019.
Í sama viðfangi kunnu pensjónistar sleppa at arbeiða uttan at lønin skal mótroknast í pensjónini. Og inntøkan hjá hjúnarfelaga ella sambúgva skal ikki longur mótroknast. Hetta verður eisini sett í verk í 2019.
Broyta vallógina
Semja er um, at grønlendska vallógin skal broytast, fyri at tryggja rættvísari umboðan. Hetta kann snúgva seg um at býta landið í valdømi. Í samgonguskjalinum er hetta málið ikki útgreinað.
Viðvíkjandi fiskivinnuni, so er ógreitt, um nýggja samgongan fer at arbeiða víðari við uppskotinum um nýggja fiskivinnulóggávu, sum varð løgd fram og var til fyrstu viðgerð í landstinginum í vár, ella um alt arbeiðið skal gerast av nýggjum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.