- Tíðindi, mentan og ítróttur
Siumut er størsti flokkur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kim_kielsen_1.jpg?itok=l1oHArJy)
Val til Landstingið var í Grønlandi í gjár, og úrslitið vísir, at Siumut er størsti flokkurin.
Siumut fekk 27,2 prosent av øllum atkvøðunum á valinum í gjár. Hóast flokkurin fekk flestar atkvøður, er talan tó um eina stóra afturgongd fyri flokkin - 7,1 prosent.
Hetta veit heimasíðan hjá Grønlendska kringvarpinum, knr.gl, at siga.
Floksformaðurin, Kim Kielsen, var sum vera man glaður, tá hann í formansrunduni í gjárkvøldið takaði veljarunum:
- Fyrst og fremst vil eg sjálvandi ynskja øllum veljarum til lukku fyri at hava tikið lut í valinum. Tað skulu vit vera errin av, segði hann á grønlendsku sjónvarpsrásini í gjárkvøldið.
Harafturat vísti hann á, at samráðingarnar byrja sum skjótast:
- Eg vil bjóða øllum flokkum, sum eg eri opin fyri, at kom til samráðingar. Eg havi lovað, at í morgin seti eg meg í samband við nakrar flokkar, segði Kim Kielsen í gjárkvøldið, tá valúrslitið var greitt.
Eisini segði hann, at tað er týdningarmikið fyri seg og Siumut, at eitt støðugt politiskt stýri skal eyðkenna næstu fýra árini.
Næststørsti flokkur eftir valið í gjár er Inuit Ataqatigiit (IA), har Sara Olsvig er forkvinna. Flokkurin fekk umleið fjórðu hvørja atkvøðu á valinum.