- Tíðindi, mentan og ítróttur
Demokratarnir stóra framgongd
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/randi_0.jpg?itok=KUswcnly)
Tað vórðu Demokratarnir, sum høvdu størstu framgongdina á valinum í Grønlandi í gjár.
Flokkurin er farin 7,7 prosent fram og fekk 19,5 prosent av øllum atkvøðunum til Landstingsvalið, stendur at lesa á knr.gl.
Randi Vestergaard Evaldsen er forkvinna í flokkinum, og hon fegnast um góða úrslitið:
-Vit eru sera fegin um at hava fingið hesa stóru framgongdina. Tað eru vit ógvuliga takksom fyri. Ein av orsøkunum er, at vit hava verið greið í okkara boðskapi, sigur Randi Vestergaard Evaldsen.
Tilsamans 29.296 grønlendarar vóru á vali í gjár. Tað gevur eitt atkvøðuprosent, sum er 71,9 prosent. Tað er ein afturgongd, sum er eitt prosentstig.
40.840 fólk høvdu rætt at greiða atkvøðu í Grønlandi, og til bar at seta sína atkvøðu við sjey flokkar og 232 valevni.