- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland: Fjórði hvør hevur ikki tikið støðu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/landsting.png?itok=xiCOYyfk)
Veljarakanning, sum Sermitsiaq og grønlendska kringvarpið, KNR, hava gjørt, vísur, at fjóðri hvør veljari hevur ikki ikki tikið støðu til, hvønn tey fara at velja, og tí kann valúrslitið broytast munandi á valinum týsdagin, 24. apríl.
Kanningin vísur eisini, at Demokratarnir fáa tveir sessir aftrat samanborið við valið í november 2014, - teir fáa tilsamans 6 sessir.
Sambært nýggju kanningini missir Siumut tveir, Inuit Ataqatigiit og Atassut missa ein sess, meðan Partii Nunnatta Qitornai og Samstarvsflokkurin fáa umboðan við hvør sínum landstinglimi. Parti Naleraq varðveitir sínar 3 sessir.
Atkvøðubýtið
HS Analyse, sum hevur gjørt kanningina, sigur í viðmerkingum til hana, at:
Atassut hevur størstu undirtøku uttanfyri Nuuk, og hevur eisini fleiri ungar veljarar.
Demokratarnir taka atkvøður frá Siumut og Inuit Ataqatigiit, men serliga nógvar atkvøður koma frá teimum, sum fyrstu ferð fara á val, tilflytarum og sofaveljarum.
Inuti Ataqatigiit missir serliga atkvøður í Nuuk. Men at flokkurin ikki hevur afturgongd er, tí veljarar leggjast til aðrastaðni í landinum, - veljarar, sum fyrr atkvøddu fyri Siumut.
Partii Naleraq fær undirtøku frá fiskimonnum og veiðifólki.
Siumut hevur nógvar trúfastar veljarar, men flokkurin hevur havt afturgongd undir valstríðnum, vísa kanningar.
Partii Nunatta Qitornai hevur typist mannligar veljarar og serliga úti á bygd.
Samstarvsflokkurin fær flestu atkvøður frá veljarum í Nuuk, sum annaðhvørt atkvøddu fyri Demokrtatunum í 2014 ella sum eru flutt til Grønlands síðani 2014. Veljararnir hjá Samstarvsflokkinum hava næstan allir eina miðal ella longri bókliga útbúgving, skrivar Sermitsiaq.