- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland millum dýrastu ferðamál
Ísland millum dýrastu ferðamál
Prísirnir í Íslandi eru í miðal 28% hægri enn í øðrum Norðurlondum, tað vísa tøl frá OECD
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/island_9.jpg?itok=PiONtOvL)
Bláa Lónið er millum tey støðini, sum turistar í Íslandi vitja mest
13.04.2018 - 10:59
Ísland er millum dýrastu ferðamál í mál í heiminum. Tað vísa tøl frá OECD. Prísirnir í Íslandi eru í miðal 28% hægri enn í øðrum Norðurlondum.
Tað er dýrast at gista á gisitngarhúsi í Reykjavík sambanborið við Norðurlond, sambært kanningum, sum Íslandsbanki hevur gjørt.
Prísirnir í Íslandi eru hálva-aðruferð hægri enn í Fraklandi, Týsklandi, USA, Italia, Spania og Porutgal, sum eru millum best umtóktu ferðamál hjá ferðafólki.
Í Íslandi koma 4 av hvørjum 10 útlendskum ferðafólkum annaðhvørt úr Bretlandi ella USA.
Tó so - talið av bretskum ferðafólkum í Íslandi er minkað eftir at pundið viknaði í kjalarvørrinum í Brexit, skrivar RUV.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV