- Tíðindi, mentan og ítróttur
Demokratar: Trump ætlar at fremja etniska útreinsing í Gasa
Tað er einki minni enn etnisk útreinsing, sum Donald Trump skjýtur upp skal henda í Gasa.
Tað siga fleiri demokratiskir politikarar í USA, nú Donald Trump hevur sagt, at USA skal eiga Gasa, og at teir palestinar, sum búgva har, skulu flytast í onnur lond, har friður valdar, og har tey kunnu liva væl.
Rashida Tlaib, senatorur úr Michigan, sum hevur palestinskar røtur, sigur á X, at forsetin púra opið leggur upp til etniska útreinsing. Senatorarnir Chris Van Hollen og Lidia Thorpe siga tað sama.
Gasa er heimið hjá palestinum
Paul O'Brien, stjóri í Amnesty International í USA, sigur á X, at tað at flyta allar palestinar úr Gasa, er tað sama sum at oyðileggja teir sum fólk, tí Gasa er teirra heim.
Saudiarabia hevur boðað frá, at landið fer ikki at góðtaka brot á lógligu rættindini hjá palestinska fólkinum, eisini royndir at reka tey úr sínum egna landi.
Donald Trump segði í nátt, at USA fer at biðja grannalondini um at taka ímóti palestinarum, sum eru riknir úr Gasa. Longu í farna mánaði bað hann Jordan og Egyptaland taka ímóti palestinum, men tað vilja tey ikki.