- Tíðindi, mentan og ítróttur
Argentina tekur seg úr WHO
Argentina tekur seg úr WHO
Argentina fylgir USA, sum tók seg úr heimsheilsustovninum í januar, tá Donald Trump tók við sum forseti
05.02.2025 - 15:06
Argentina tekur seg úr heimsheilsustovninum WHO.
Tað sigur Manuel Adrni, talsfólk fyri myndugleikarnar, sambært Reuters.
Sostatt fylgir Argentina USA, sum tók seg úr heimsheilsustovninum í januar, tá Donald Trump tók við sum forseti.
WHO er felagsskapur undir Sameindum tjóðum, sum tekur sær av heilsu, heilsukreppum og kreppustýring.
Føroyar fingu atlimaskap í heimsheilsustovninum WHO á sumri 2021.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV