- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir handlar eiga at sleppa at selja heilivág í handkeypi
Allir handlar eigar at sleppa at selja heilivág í handkeypi og ikki bara handlar í teinum støðum, har einki apotek er.
Tað heldur Kappingareftirlitið.
Hetta hevði gjørt vælferðina í Føroyum størri, heldur Kappingareftirlitið.
Og tað er vorðið vanligt í grannalondum, at allir handlar kunnu selja heilivág í handkeypi.
Ikki kannað í Føroyum
Men Heilsumálaráðið hevur ikki hendan møguleikan við í uppskotinum um nýggja heilivágslóg.
Tí tað er ikki kannað í Føroyum, um vælferðin gerst størri, um handkeypsheilivágur kann keypast í øllum handlum.
Uppskotið um heilivágslóg verður viðgjørt í løgtinginum í dag.
Uppskotið hevur verið til hoyringar. Nógvar viðmerkingar og uppskot um broytingar eru um tað.