NRK: Jens Stoltenberg verður fíggjarmálaráðharri

NRK: Jens Stoltenberg verður fíggjarmálaráðharri
Fyrrverandi Nato-aðalskrivarin fer nú aftur upp í norskan politikk
Jens Stoltenberg var Nato-aðalskrivari í 10 ár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.02.2025 - 08:27

Nógv bendir á, at Jens Stoltenberg, fyrrverandi Nato-aðalskrivari, verður fíggjarmálaráðharri í norsku stjórnini, siga keldur fyri norska kringvarpinum NRK.

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, hevur tilnevnt nýggjar ráðharrar, eftir Miðflokkurin tók seg úr samgonguni í síðstu viku. Og tað er í hesum sambandi, at Jens Stoltenberg verður nevndur sum ráðharri.

Miðflokkurin hevur havt átta ráðharrar í stjórnini, og formaðurin í flokkinum, Trygve Slagsvold var fíggjarmálaráðharri. 

Jens Stoltenberg var forsætisráðharri, áðrenn hann gjørdist Nato-aðalskrivari. Og Jonas Gahr Støre gjørdist formaður í Arbeiðaraflokkinum eftir hann.

Meðan hann var Nato-aðalskrivari, var Jens Stoltenberg tilnevndur tjóðbankastjóri, men hann tók ikki av starvinum, og helt fram sum Nato-aðalskrivari.

Ráðharrarnir í umskipaðu stjórnini í Noregi verða kunngjørdir fyrrapartin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109