Sjóvinnustýrið í nýggjan bygning

Sjóvinnustýrið í nýggjan bygning
Landið skal byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan bygning á Giljanesi. Tað heldur meirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum
 
12.04.2018 - 09:25

Meirilutin í Fíggjanevndini tekur undir við landsstýrinum, men vil tó hava málið lýst so neyvt sum gjørligt, áðrenn niðurstøða verður gjørd fyri at tryggja sær, at kostnaðarmetingin heldur. 

Lógaruppskotið um byggingina, sum kom í tingið fyrst í november í fjør, sigur í mesta lagi 13,7 milliónir krónur. Fíggjarliga heimildin er í fíggjarlógini fyri 2018. 

Sjálv verklagslógin er ikki neyðug, so leingi útreiðslurnar eru í galdandi fíggjarlóg. 

Andstøðan heldur, at tað er bíligari at leiga bygning til Sjóvinnustýrið.

Løgtingið hevur fingið eina ætlan frá privatum at byggja fyri egna rokning og fyri egnan váða.

Andstøðan í Fíggjarnevndini sigur, at Landsverk vísir á, at tær 13,7 millónirnar hava eina óvissu, sum er 40%. 

Í ringasta føri kann bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum tí fara at kosta 19,2 milliónir krónur. 

Hendan váðan tekur landskassin á seg, um tað almenna byggir. Um tað privata byggir, liggur allur váðin uttan fyri landskassan, sigur andstøðan.

Smápartafelagið Fastogn í Miðvági bjóðar Sjóvinnustýrinum sama bygning í Miðvági, bygningin hjá Oilwind, sum Sjóvinnustýrið annars rýmdi úr í mai 2016, tí hann var so vánaligur.

Í brævi til Fíggjarnevndina bjóðar Fastogn sær til at útbyggja, umvæla og dagføra bygningin og síðani leiga og selja landinum hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497