Kvinnuundirskotið minkar

Kvinnuundirskotið minkar
Undirskotið av kvinnum í føroyska samfelagnum er minkað seinastu árini.
 
11.04.2018 - 08:49

Undirskotið av kvinnum í føroyska samfelagnum er minkað seinastu árini.

Í 2010 vóru 1922 fleiri menn enn kvinnur, men í januar í ár var hetta talið komið niður á 1567. Munurin er góð 3%.

Hetta er minsta kvinnuundirskot í Føroyum í nýggjari tíð, staðfestir Javnstøðunevndin í frágreiðing síni fyri 2017.

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er sundurbýttur, og tað er torført hjá kvinnum at sleppa inn á mannfólkaøki og hjá monnum at sleppa inn á konufólkaøki. 

Barsilsskipanin hevur eisini neiligar avleiðingar fyri javnstøðuna, tí pápar brúka bara sjey prosent av goldna foreldrafarloyvinum, sigur Javnstøðunevndin í ársfrágreiðingini.

Tá talan er um privat viðurskifti, nevnir Javnstøðunevndin, at galdandi familjulóggáva og familjufyrisiting setur pápar í eina munandi verri støðu enn mammur. 

Men hetta verður væntandi frægari, tá málsøkið kemur á føroyskar hendur á ólavsøku, sigur nevndin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035