- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kina lækkar tollin
Xi Jinping, forseti, segði í talu í morgun, at hann fer at lækka tollin á innfluttum bilum. Hann fer eisini at linka reglurnar fyri útlendskan ognarskap í bilídnaðinum.
- Vit fara at minka tollin á innfluttum bilum munandi, og samstundis lækka vit tollin á øðrum vørum, segði hann á árliga búskaparfundinum, Boao.
Xi lovar eisini, at Kina fer at hækka markið fyri, hvussu nógv útlendingar kunnu eiga í bilídnaðinum, og hann fer at seta ferð á arbeiði at lata upp fíggjargeira, sum Kina fyrr hevur lovað.
Nú vandi er fyri, at handilskríggj kann bresta á millum Kina og USA, hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, seinastu vikurnar hótt við at leggja toll á kinesiskar vørur fyri 3 milliardir dollarar. Kina hevur svarað aftur við líknandi hóttanum.
Donald Trump hóttir við at áseta toll, tí hann er ónøgdur við skeivleikan í handlinum millum londini bæði. Hann leggur Kina undir ikki at virða intellektuellu rættindini hjá amerikonskum fyritøkum.
Kina hevur meira enn 100 milliarda-yvirskot av handlinum við USA, skrivar Ritzau.