- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Virðisleyst av Trump
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nieto.png?itok=hUwzPqLo)
Tað er virðisleyst, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at seta herðmenn at ansa eftir markinum millum USA og Mexico.
Soleiðis sigur forsetin í Meksiko, Enrique Peña Nieto, í einum filmsbroti á Twitter, eftir at amerikanski forsetin hevur boðað frá, at hann fer at seta millum 2.000 og 4.000 herðmenn við markið til Meksiko.
Meksikanski forsetin leggur afturat, at hann fegin vil samstarva við USA, men ikki um Trump í verki fer at seta herðmenn við markið millum londini. Tí tað er eitt brot á sjálvstýrið og tignini hjá Meksiko.
Hetta er ikki fyrstu ferð at Nieto finst at amerikanska forsetanum. Hann hevur fleiri ferðir tala at, tá Trump hevur tosað hvassliga um Meksiko og meksikanskar tilflytarar.
Orsøkin til, at Trump vil seta herðmenn við markið, er, at hann metir, at trygdin hjá USA er hótt av ólógliga virkseminum við markið.
Filmsbrotið, sum er fimm minuttir langt, kann síggjast her:
Something that brings together and unites absolutely all Mexicans is our certainty that nothing and no one stands above the dignity of Mexico. pic.twitter.com/4eZIIUjM9a
— Enrique Peña Nieto (@EPN) April 5, 2018