Skúlakort til lærlingar verður kannað

Skúlakort til lærlingar verður kannað
Men treytin er, at pengar, 1,8 mió. kr., vera játtaðar.
Kannað eigur at vera, um lærlingar eisini skulu hava skúlakort at ferðast fyri, sigur landsstýrismaðurin.
 
06.02.2025 - 06:42

Tað hevði kostað 1,8 mió. kr., um lærlingar skulu fáa skúlakort at ferðast fyri innanlands.

Tá er roknað við, at 300 lærlingar skula hava skúlakort.

Møguleikin at lata lærlingum skúlakort skal kannast.

Men treytin er, at pengar vera játtaðar.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu. 

3.757 næmingar fingu skúlakort í fjør.

Studni hevur eina skipan við Strandferðarskipum landsins um skúlakort. 

Hvørt skúlakort kostar 6.000 kr. um árið í miðal, siga Strandfaraskip landsins. 

798 lærlingar búgva uttan fyri Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu, har til ber at koyra ókeypis við býarbussunum. 

Taka vit eisini tey frá, sum búgva á staðnum, har tey eru í læru, eru 624 lærlingar eftir, sum hava brúk fyri skúlakorti at ferðast fyri, stendur í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017