- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj mannagongd setir ferð á neyðhjálp
Felagsskapurin World Food Program, WFP, sum er undir ST, hevur nú broytt mannagongd viðvíkjandi at forða fyri hungursneyð. Mannagongdin hjá felagsskapinum hevur í mong ár verið at senda matvørur í hópatali til tey mongu, sum búgva í økjum, har nógvur turkur er.
Men sum nakað nýtt er WFP farið undir at senda matvørurnar avstað, áðrenn vanlukkan nær at stinga seg upp. Hetta sparir nógva tíð, tá hungursneyðin rakar, og hevur longu bjargað mongum lívum.
Stjórin, ið fyrisitur arbeiðið hjá WFP í Etiopia, sigur nýggja háttin vera “ta týdningarmiklastu broytingina hjá WFP í 50 ár.” Hetta skrivar Dimmalætting.
Í Eysturafrika er farið at regna aftur, eftir nógv ár við turki. Harvið er aftur møguligt hjá íbúgvum í londum so sum Somalia, Etiopia, Kenja og Uganda at velta jørðina og gerast sjálvbjargin aftur.
Hóast turra tíðarskeiðið hevur týnt jørðina, hevur tað ikki í hesum førum elvt til líka hættisliga kreppu og hungursneyð, sum áður hevur verið at sæð í hesum londum.
Men nú hevur WFP broytt mannagongd, soleiðis at neyðin í londunum væntandi ikki verður líka stór í framtíðini.