- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flytur herin til markið móti Meksiko
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donald_trump_0.jpg?itok=EqVxCw6D)
Trump skrivaði undir fyriskipanina, tí støðan er kritisk, boða Hvítu húsini frá.
Trump hevur seintastu vikuna ilskast um eina mótmælisgongu, har góð túsund miðamerikonsk mótmælisfólk eru á veg móti markinum millum Meksiko og USA.
Men hóttanin er tó ikki so álvarslig, tí mótmælisfólkini hava boðað frá, at mótmælisgongan endar í Meksiko Býi.
Irineo Mujica, sum er leiðari fyri bólkinum, Fólk uttan landmark, sigur, at mótmælisfólkini gera, sum tey vilja í Meksiko Býi.
- Vit hava stuðulsbólkar við markið, um fólk hava tørv á hjálp, men so mugu tey ferðast sjálv, sigur Irineo Mujica.
Kirstjen Nielsen, ráðharri fyri innlendistrygd, sigur, at hon hevur tosað við guvernørar í útsynnings USA, har amerikonsku herdeildirnar verða sendar til, og at møguliga koma deildirnar longu mikudagin í næstu viku.
- Vit síggja framhaldandi ólóglig rúsevni, vandamikil harkalið, sum virka báðumegin markið og ólógliga tilflyting tvørtur um landamarkið her, sigur Kirstjen Nielsen, sum fyrr hevur sitið í ovastu leiðsluni í Hvítu húsunum.
Kritikarar sigar, at har er eingin kreppa við markið, og at talið av ólógligum tilflytarum er minkað støðugt seinastu árini.
Í februar í fjør vóru 23.000 ólógligir tilflytarar tiknir, meðan í februar árið fyri vórðu 38.000 handtiknir. Í apríl í fjør vóru 15.000 ólógligir tilflytarar handtiknir, og tað er minni enn ein triðingur samanborið við apríl árið fyri.