Viðgera uppskot um fótbóltshallir

Viðgera uppskot um fótbóltshallir
Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot, um at landsstýrið skal fáa heimild at lata helvtina av kostnaðinum í stuðli at bygga fótbóltshøll
 
21.03.2018 - 09:32

Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Bill Justinussen í Miðflokkinum og Jákupi Mikkelsen í Fólkaflokkinum, um at landsstýrið skal fáa heimild at lata helvtina av kostnaðinum í stuðli at bygga fótbóltshøll.

Treytin fyri stuðlinum skal verða, at byggiharrin einsamallur ella saman við øðrum rindar hina helvtina av kostnaðinum.

Byggiharrar kunnu til dømis vera einstaklingar, felagsskapir og samtøk.

Løgtingið viðgjørdi eitt líknandi uppskot í 2014, og tá varð mett, at kostnaðurin fyri eina fótbóltshøll var millum 60 og 100 milliónir krónur.

Nú metir Fótbóltssambandið, at íløgukostnaðurin er umleið 40 milliónir krónur.

Hjá landinum verður kostnaðurin sostatt 20 milliónir krónur, sum kann verða goldin út eftir tveimum ella trimum árum alt eftir, hvørja stuðulsskipan landsstýrisfólkið kunnger, siga Bill Justinussen og Jákup Mikkelsen í viðmerkingunum til uppskotið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497