Beinleiðis hondbóltur: Føroyar - Makedonia

Beinleiðis hondbóltur: Føroyar - Makedonia
Í kvøld spæla Føroyar og Makedonia undankappingardyst til EM-endspælið. Dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum og á heimasíðu okkara
 
21.03.2018 - 12:50

Føroyska A-landsliðið í kvinnuhondbólti spælir sín triðja dyst í undankappingini til EM-endaspælið móti Makedonia í høllini á Hálsi í Havn.

Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Serbia og Makedonia.

Føroyar taptu í fjør 36-20 fyri Serbia í Beograd og 33-15 fyri Svøríki í Havn.

Makedonia hevur eisini tapt sínar fyrstu tveir dystir.

Útidystin móti Svøríki taptu tær 38-26 og móti Serbia taptu tær á heimavølli 33-27.

Vónirnar hjá kvinnunum eru góðar, og tær vænta ein spennandi dyst í kvøld. Daniella Joensen, Viviann Petersen og hjálparvenjari Sophus Dahl Christiansen vitjaðu morgunsendingina í morgun

Kringvarpið sendir dystin beinleiðis í kvøld kl. 18.50.

sært dystin her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017