- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norska krúnprinsessan sjúkrameldað
Norska krúnprinsessan sjúkrameldað
Sambært norska kongshúsinum hevur krúnprinsessan í longri tíð havt trupulleikar við heilsuni.

18.03.2018 - 10:05
Norska krúnprinsessa Mette-Marit er sjúkrameldað til páskir.
Hesum boðaði norska kongshúsið frá í einum pressuskrivi hósdagin.
- Hennara Hátign Krunprinsessan hevur í eina tíð havt trupulleikar við heilsuni og skal skurðviðgerðast mánadagin, sigur norska kongshúsið.
Tann 44 ára gamla Mette-Marit bleiv krúnprinsessa í Norra, tá hon í august í 2004 bleiv gift við Haakon krúnprinsi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV