Siglingin hjá SSL darvað

Siglingin hjá SSL darvað
Veðrið darvar siglingina hjá Smyrli, Teistanum og Ternuni í morgun, og hesar leiðir eru fyribils avlýstar vegna veður.
 
15.03.2018 - 08:32

Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, segði við tíðindasendingina klokkan 7, at veðrið darvar siglingina hjá strandferðsluni í morgun.

Teistin avlýst alla sigling fyribils

Heri Norðberg veit ikki at siga júst nær, Teistin tekur siglingina upp aftur. Lýst verður við hesum seinni, sigur hann.

Ternan siglir væntandi aftur kl. 16.20

Vegna vánaligt veður siglir Ternan ikki túrin úr Tórshavn kl. 12.30. Eftir ætlan siglir Ternan tó aftur kl. 16.20 og síðani eftir ferðaætlan.

Smyril siglir kanska aftur kl. 13.30

Eftir ætlan verður siglingin hjá Smyrli tikin upp aftur kl. 13.30, men Heri Norðberg sigur, at siglilíkindi har suðri eru øgiliga ring. 

- Tað er torført at fáa tingini at hanga við so vánaligum siglingarlíkindum, sum tað eru í løtuni, sigur hann. 

Les meira og dagfør teg um siglingina hjá Strandferðsluni her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344