- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýrari og dýrari at fáa sethúsatak yvir høvdið

Sethúsaprísirnir hækkaðu næstan 10 prosent í fjør, sigur Betri heim.
Í fjør kostaðu eini sethús í Havn 4,2 milliónir krónur í miðal.
Aðrastaðni í landinum var miðalprísurin 2,2 milliónir krónur.
Men íbúðaprísirnir eru støðugir.
Í Havn er fermetraprísurin 35.000 krónur.
Í fjør kostaði ein íbúðafermetur 35.100 krónur í miðal.
Tað er eitt vet minni enn í 2022 og 2023, sigur Betri heim.
Stórt trýst
Síðan 2013 hevur bústaðarmarknaðurin í Føroyum verið undir alsamt størri trýsti, tí nýggir bústaðir hava ikki fylgt vaksandi fólkatalinum.
Men nú minkar fólkavøksturin. Og í fjør komu líka nógvir bústaðir aftrat sum fólk.
Enn vanta kortini 800 bústaðir, um lutfallið millum fólk og bústaðir skal koma niður á sama stig sum í 2013, sigur Betri heim.
- Vit seldu nógv fleiri ognir í fjør samanborið við árið fyri.
Og gongdin sær út til at halda fram í ár.
Við útlitum til fleiri rentulækkingar er í løtuni einki, sum bendir á, at prísirnir fara at fella, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri heimi.