Nýggj føroysk barnarøð í Kringvarpinum

Nýggj føroysk barnarøð í Kringvarpinum
Fríggjakvøldið kl. 18.30 verður nýggj barnarøð á skrá í sjónvarpinum. Vinus og Vimús eitur røðin, og er hon til børn í barnagarðsaldri umleið 3-6 ár
Her sita Vinus og Vimús og lesa eina søgu. Fríggjakvøldið kl. 18.30 verður sendingin í sjónvarpinum.
Mynd: Kringvarp Føroya  
 
14.03.2018 - 13:00

Í sendingini hitta vit fitta vinin Vinus, sum dugir væl at finna uppá og siga frá. Inni hjá Vinusi er hugnaligt, veggirnir eru litfagrir, og hann eigur nógvar bamsur og nógv leiku at spæla við. Og góðar bøkur.

Í eini holu undir hillini býr Vimús. Vinus og Vimús eru vinir, hóast Vimús er ein mús. Alt sum Vinus eigur og finnur uppá, tað eigur Vimús eisini, ella næstan sama slag.

Hvørja ferð finna Vinus og Vimús uppá okkurt nýtt at vísa øllum. Sumt er torført at gera, sumt er torført at finna, og sumt er nokkso torført at siga. Alla tíðina ber til at læra seg at siga øll orðini, hóast tey eru torfør.

Tað verða sendar 7 sendingar fram til summarfrítíðina.

Og so eitt afturat, hvørja ferð verður ein sangur við, ein góður barnasangur til øll, sum tíma at lurta..... eisini bamsurnar.

Síggjast fríggjakvøldið klokkan hálvgum sjey!

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114