- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herøy til Føroyar
Herøy til Føroyar
Norska nótaskipið Herøy er selt til Føroyar, veit blaðið Vestlandsnytt at siga.

14.03.2018 - 08:30
Blaðið sigur ikki, hvør keyparin í Føroyum er.
Við søluni missir partafelagið Herøybas 11 arbeiðspláss.
Skipið verður selt, tí kvotan hjá tí verður býtt millum tríggjar eigarar og trý skip, Eros, Kings Bay og Smaragd.
Keyparin í Føroyum tekur við Herøy tann 30.apríl, skrivar Vestlandsnytt.
Herøybas AS keypti Herøy í 2010. Tá kallaðist skipið Zeta.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV