Viðgera uppskot um tryggingarvirksemi

Viðgera uppskot um tryggingarvirksemi
Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at herða lógina um tryggingarvirksemi.
 
12.03.2018 - 08:55

Sambært uppskotinum skulu skulu tryggingarfelagsskapir hava ein ávísan kapital fyri at kunna reka virksemi. Og krøvini til leiðslu og nevnd verða eisini herd.

Nevndin og stjórnin í einum tryggingarfelag, fíggjarligum haldfelagsskapi, holdingfelag, og tryggingarhaldfelagsskapi skulu hava nóg stóra vitan, fakligan førleika og royndir at røkja starvið ella uppgávuna í felagnum. 

Haraftrat skal ein nevndarlimur ella stjóri hava móg gott umdømi, verða heiðurligur, hava integritet og vera óheftur fyri kunna meta um og finnast at avgerðum, sum dagliga leiðslan tekur.

Ætlanin er, at lógarbroytingin og ein nýggj leiðslukunngerð og solvenskunngerð skulu koma í gildi 1. januar í 2019.

Tryggingarlógin verður dagførd, soleiðis at hon svarar til nýggju reglurnar, sum komu í gildi í Danmark og ES 1. januar í 2016. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949