PET-ovasti ákærdur fyri at bróta tagnarskyldu

PET-ovasti ákærdur fyri at bróta tagnarskyldu
Fyrrverandi ovastin fyri fregnartænastuna hjá donsku løgregluni, Jakob Sharf, verður nú ákærdur fyri at hava brotið tagnarskylduna.
 
12.03.2018 - 11:28

Tað upplýsir ríkisadvokaturin.

Ákæruvaldið heldur, at Jakob Sharf hevur latið víðari loyniligar upplýsingar í bókini Syv år for PET, har hann greiðir frá tíðini, hann var stjóri í PET.

- Ákæruvaldið heldur, at ein partur av upplýsingunum, sum fyrrverandi stjórin hevur latið víðari í sambandi við, at bókin varð givin út, er revsivert brot á tagnarskylduna, sigur varastatsadvokaturin, Jakob Berger Nielsen.

Jakob Sharf hevur sagt fyrr, at eingir loynidómar verða avdúkaðir í bókini.

Bókin Syv år for PET kom út í 2016, og stutt eftir legði býarrætturin í Keypmannahavn fútaforboð móti bókini. 

Men tveur dagar seinni prentaði Politiken alla bókina í einum serblað. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114