Landsstýrismálanevndin viðger tvær klagur

Landsstýrismálanevndin viðger tvær klagur
Landsstýrismálnevndin fer fyrrapartin at viðgera tvær klagur, sum hon hevur fingið.
 
12.03.2018 - 09:19

Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur klagað Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, fyri uttan heimild og móti galdandi reglum at hava goldið limum í Pedagogfelagnum løn, meðan arbeiðssteðgur var fyrr í ár. 

Løgtingsmaðurin sigur, at landsstýriskvinnan hevur brotið stýriskipanarlógina, tí hon hevur brúkt pengar hjá landinum uttan heimild í fíggjarlógini ella í aðrari játtanarlóg.

Landsstýrismálanevndin hevur eisini fingið klagu frá einum fólki, sum kennir seg illa viðfarið í almennu skipanini. Málið er persónligt. Fyri at verja klagaran, kunnger nevndin ikki navn og klagu.

Klagað er ikki um ávíst fólk í landsstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301