Morgunsangur í allar skúlar

Morgunsangur í allar skúlar
Morgunsangur skal vera í øllum fólkaskúlum, heldur Jógvan á Lakuni, tingmaður, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um hetta.
 
09.03.2018 - 06:44

Allir fólkaskúlar skulu hava morgunsang. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um, at broyta grein fimm í fólkaskúlalógini, so har skal standa, at "Allar vanligar skúladagar er álagt øllum fólkaskúlum at hava morgunsang.”

Tíverri vísir tað seg, at ungfólk nú á døgum ikki hava so lætt við t.d. at syngja vanligar føroyskar fosturlandssangir. Her er farin ein broyting fram til tað verra, og ein orsøk er ivaleyst, at ov lítið verður gjørt við hetta í skúlunum, samstundis sum minni verður sungið heima, sigur Jógvan á Lakuni í viðmerkingum til uppskotið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301