- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnan dømd 3 ár og 9 mánaðir fyri m.a. neyðtøku
Rætturin í Lyngby hevur dømt eina 42 ára gamla kvinnu í fongsul í trý ár og níggju mánaðir fyri millum annað at hava neyðtikið eitt barn.
Kvinnan, sum er ættað úr Charlottenlund, játtaði seg seka í millum annað at hava roynt at neyðtikið, fyri at hava neyðtikið á annan hátt enn samlegu, fyri blygdanarskemd og fyri at gera upptøkur, liggja inni við og senda víðari barnapornografiskt tilfar - sum alt hevur við eitt og sama barn, sum tá tað hendi í fjør var fýra ára gamalt. Tað skrivar rætturin í Lyngby.
Føroyingur skuldsettur
Ein føroyingur, ein 42 ára gamal maður, er eisini skuldsettur og situr varðhaldsfongslaður í málinum. Hann skal hava skundað undir kvinnuna at gera hesa upptøkur.
Nú dómur er sagdur í hesum málinum, fer ákæruvaldið at skriva ákæruritið móti føroyinginum liðugt, og tá verður eisini støða tikin til, hvussu ákæran móti manninum skal orðast, sigur løgreglan í Norðursælandi.