- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongsling aftur longd fýra vikur
Varðhaldsfongsling aftur longd fýra vikur
Maðurin, sum er skuldsettur fyri leypa á eina kvinnu við Sandá, góðtók, at varðhaldsfongslingin verður longd
15.10.2024 - 09:32
Enn einaferð er varðhaldsfongslingin hjá manninum, sum er skuldsettur fyri álopið við Sandá, longd fýra vikur.
Hann góðtók sjálvboðin at vera í varðhaldi í fýra vikur aftrat.
Maðurin er skuldsettur fyri at leypa á eina kvinnu á gøtuni við Sandá 28. apríl.
Umleið eitt korter eftir álopið tók løgreglan mannin í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.
Maðurin er í tríatiárunum og útlendingur.
Nýggjastu sendingar í ÚV