Biden lovar Ukraina ein hjálparpakka aftrat

Biden lovar Ukraina ein hjálparpakka aftrat
Norðanlondini og baltisku londini hava samstundis boðað frá, at tey fara at veita Ukraina orkustuðul
Amerikanski forsetin hevur lovað ukrainska starvsbróðurinum ein hjálparpakka aftrat.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.10.2024 - 08:16

Forsetin í USA, Joe Biden, lovar at stuðla Ukraina við einum nýggjum hjálparpakka. 

Tað boðaðu Hvítu Húsini frá í gjár. 

Joe Biden fer til Týsklands í hesari vikuni, men hann fær ikki stundir at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, meðan hann er í Evropa, segði talsfólkið fyri Hvítu Húsini á tíðindafundi.

 

Orkustuðul

Danmark og sjey onnur lond hava eisini lovað at geva Ukraina orkustuðul. 

Uttanríkisráðharrin í Svøríki, Maria Malmer Stenergard, sigur, at tey átta Norðanlondini og baltisku londini hava gjørt av at geva Ukraina stuðul til vetrarorku.

Avgerðin er tikin á fundi millum uttanríkisráðharran í Ukraina, Andrij Sybiha, og starvsfelagar hansara í hinum londunum.

Tey eru Danmark, Svøríki, Noreg, Finlnand, Estland, Lettland og Litava.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946