- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koyrdi ov skjótt á Glyvrum og fekk koyriforboð
Um eitt tíðina í nátt var ein bilførari tikin á Glyvrum fyri at koyra 75 km/t, har loyvi var at koyra 50 km/t. Hann fekk klipp í koyrikortið.
Men viðkomandi hevði bara havt koyrikort í umleið eitt ár, og hevði eisini fingið eitt klipp frammanundan. Tí fekk hann koyriforboð.
Samstundis sum politiið kannar bilføraran, koyrir eitt prutl framvið við ov nógvari ferð. Politiið roynir at steðga prutlinum, men tað eydnast ikki í fyrstu atløgu.
Hevði einki koyrikort
Tað eydnaðist tó politinum at fáa fatur á bæði prutli og førara. Tá vísti tað seg, at førarin hevði ikki koyrikort til prutl. Har var eisini ymiskt, sum ikki var í lagi við prutlinum, og hald var lagt á tað.
Seinnapartin í gjár kom eldur í eina gravimaskinu á Argjum. Maskinan fór rættiliga illa.
Ein bilførari var seinnapartin í gjár kannaður í Havn. Tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum, upplýsir vakthavandi hjá løgregluni.