- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður fyri at senda barnaporno á netinum
Ein maður í 30-unum er varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at senda barnapornografiskt tilfar á netinum.
Maðurin, sum var tikin í gjár, var skuldsettur fyri brot á ásetingarnar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og undir serliga skerpandi umstøðum at hava breitt út pornografiskt tilfar av børnum.
Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt, sigur politiið.
Maðurin var í grundlógaravhoyring í Føroya rætti í dag, og var varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Fleiri kanningar
Kanningardeildin hjá politinum hevur arbeitt við málinum í eina tíð og fer at gera fleiri kanningar.
Teldur og onnur elektronisk tól hjá manninnum verða kannað, um tey geva ábendingar, hvørt brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot.
Talan er um eitt sokallað "NCMEC-mál", sum er byrjað við, at politiið í Føroyum hevur fingið boð frá felagskapinum National Center for Missing & Exploited Children (NCMEC) í USA, um at tilfar, sum kann vera ólógligt, er deilt á internetinum.
Endamálið hjá NCMEC er m.a. at fyribyrgja kynsligari misnýtslu av børnum á netinum.