- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinna ákærd fyri tvígiftu og grovt svik
Ein 39 ára gomul kvinna er ákærd fyri bigami, tvígiftu.
Hon er ákærd fyri at hava gift seg við einum føroyingi, hóast hon var gift í heimlandi sínum í Asia.
Hetta var í 2012.
Føroyingurin, sum hon bleiv gift við, vísti ikki, at hon longu var gift.
Kvinnan er eisini ákærd fyri serliga grovt svik.
Flutti pengar til dóttur, sum ikki var til
Hon fekk frá januar 2012 til apríl 2017 føroyska mannin hjá sær at halda, at hann hevði eina dóttur í landinum, haðani kvinnan er.
Á tann hátt fekk kvinnan mannin at flyta kvinnuni slakar 754.000 krónur, sum skuldu fara til dóttrina, sum ikki var til.
Fyrivarni er tikið um, at endurgjald verður kravt.
Málið skuldi viðgerast í Føroya rætti hósdagin.
Men verjin bað um at fáa tað útsett. Tað verður tí ikki fyrr enn í desember.