- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur kostað nakrar 100.000 kr. at loysa venjaran úr starvi
Hevur kostað nakrar 100.000 kr. at loysa venjaran úr starvi
Formaðurin í FSF sigur, at Håkan Ericson fær ikki løn fyri alt tíðarskeiðið, sum er eftir av sáttmálanum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
17.10.2024 - 11:23
Tað hevur kostað nakrar 100.000 krónur at loysa Håkan Ericson úr starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari.
Tað váttar Christian Andreasen, forseti í FSF, sum tó ikki vil siga neyvt hvussu nógvar 100.000 krónur tað hevur kostað.
Lønin hjá føroyska landsliðsvenjaranum er ikki almenn, og av tí at føroyska fótbóltssamgongan er ikki fevnd av almennum innliti, ber ikki til at fáa innlit í, hvussu nógv landsliðsvenjarin fær í løn.
Men forsetin í Fótbóltssambandinum váttar, at lønin er "skeivumegin" hálva aðru millión krónur, sum hann tekur til.
Håkan Ericson.
Sáttmálin longdur
Håkan Ericson tók við sum venjari 1. januar 2020, tá hann gjørdi ein fýra ára sáttmála við FSF. Hesin sáttmálin var í august í fjør longdur tvey ár, til endan av næsta ári, men tá samstarvið nú er slitið gott og væl eitt ár fyri tíð, so kostar tað fótbóltssambandinum pengar.
Tað váttaði Christian Andreasen, formaður í FSF, eisini í tíðindasendingini á nátturða í gjár. Men tá vit í dag spyrja hann, hvussu nógv FSF skal gjalda fyri at sleppa úr sáttmálanum, vil hann ikki seta nakra upphædd á. Hann ger tó greitt, at frákoyrdi venjarin fær ikki løn fyri alt tíðarskeiðið, sum er eftir.
Og tá vit royna at spyrja eitt sindur nærri, um talið er umleið tríkvart millión krónur, er svarið stórt sæð tað sama.
Men, leggur hann aftrat, at talan er um nakrar 100.000 krónur.
Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Christian Andreasen, formann í FSF, í tiðindunum í gjárkvøldið:
17102024_Christian_um_Hakan
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV