- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Aktivisma
Hví brúka summi tíð og orku til politisk mál, sum tey onga beinleiðis ávirkan hava á - og nær flytur aktivisma nakað?
Á Breddanum í dag tosa vit við fólk, sum hava brúkt, ella brúka ein stóran part av síni tíð at arbeiða fyri eini søk, hóast tað stundum kann tykjast vónleyst at flyta nakað sum helst.
Vit tosa við Elisu Vang, sum hvørt mánakvøld fylkist í samhuga við Palestina saman við 20-30 øðrum samsintum.
Og vit tosa við Eilar Fagraklett, sum var ein av stovnarunum av LGBT+ í Føroyum, og Ruth Norgerð, fyrrverandi forkvinnu í Provita.
Hetta eru felagsskapir, sum á sín hátt hava arbeitt miðvíst á virðirspolitiska økinum í føroyska samfelagnum.
Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf. fo.