Seinasti framløgudagur í tinginum

Seinasti framløgudagur í tinginum
Nógv uppskot verða væntandi løgd fram í dag, nú seinastu framløgudagur er í tinginum,
 
07.03.2018 - 06:51


Seinasti framløgudagur er í løgtinginum í dag. Landsstýrið hevur latið tinginum 13 uppskot, teirra millum eitt uppskot um nýggjan Hvalbiartunnil.

Andstøðan fer eisini at leggja uppskot fyri tingið. Fólkaflokkurin fer millum annað at leggja uppskot til samtyktar um at javnseta almenna og privata bústaðarbygging. Í viðmerkingum til uppskotið vísur Fólkaflokkurin á, at Bústaðir fær ókeypis grundøki frá kommunum, meðan privat mugu rinda fyri grundøki.

Tað er grein 54 í tingskipanini, ið ásetur, at uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar skulu, fyri at verða viðgjørd, verða framløgd innan 8. mars. 

Men til ber framvegis at leggja uppskot fram eftir hetta, men tað krevur undirskriftir frá 17 tingfólkum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301