- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskt handilsátak í Turkalandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/uvmr.fo_.jpg?itok=SowLNy5U)
Handilssáttmálin millum Føroyar og Turkaland er komin í gildi, og í tí sambandi er føroyskar fyritøkur ein túr í Turkalandi.
Við í ferðalagnum eru bæði útflutnings- og innflutningsfyritøkur.
Vitjað hevur m.a. verið á størsta uppboðssølumarknaðinum í Evropa, hjá fleiri innflytarum og handilsketum, og fleiri turkiskir innflytarar nýttu eisini høvi at hitta føroysku fyritøkurnar.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanikis-og vinnumálsum, sum stendur á odda fyri ferðini, sigur, at ítøkiligur áhugi er fyri føroyskum vørum.
- Nú føroyskar vørur hava tollfría atgongd á turkiska marknaðin, eru góð útlit fyri at knýta handilssambond millum Føroyar og Turkaland, sigur hann.
Føroyskar vørur eru longu komnar á turkiska marknaðin.
Føroysku fyritøkurnar, sum hava verið í Turkalandi, eru Pelagos, Varðin, Varðin Pelagic, Havsbrún, Bakkafrost, MBM og Bilrøkt.
Á ferðini hevur Poul Michelsen eisini hitt turkiska búskaparmálaráðharrin, Nihat Zeybekci.
Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.