- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allur keyptur svartkjaftur kann flytast til í ár
Allur keyptur svartkjaftur kann flytast til í ár
Kunngerðin er broytt, so tey tíggju prosentini eru strikað

Allur svartkjafturin, sum varð keyptur á uppboði í fjør, men ikki fiskaður í fjør, kann fiskast í ár.
01.03.2018 - 07:54
Allur svartkjaftur, sum varð keyptur á uppboði í fjør og ikki varð fiskaður í fjør, kann nú flytast til í ár, og ikki bara tíggju prosent sum higartil ásett.
Fiskimálaráðið hevur broytt kunngerðina um svartkjaftafiskiskap.
Nú kann alt, sum leyp av í fjør av keyptari kvotu, fiskast í ár.
Gamla kunngerðin segði tíggju prosent. Tað, sum var oman fyri tíggju prosent, var mist, um tað ikki varð fiskað í fjør.
Og føroysk skip kunnu nú eisini fiska svartkjaft í íslendskum sjógvi, eftir at semja um fiskirættindi í 2018 er gjørd millum Føroyar og Ísland.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV