Vil broyta ALS-lógina

Vil broyta ALS-lógina
Samsvar er ikki millum ALS-lógina og norðurlendska sáttmálan, sigur Hendrik Old, landsstýrismaður, sum ætlar at fáa løgtingið at broyta ALS-lógina
 
28.02.2018 - 09:30

Stýrið fyri ALS hevur samtykt eina tíðaravmarkaða neyðloysn, sum er galdandi frá tí, at dómur varð sagdur í Føroya rætti 15. mai í fjør til 28. juli í ár, tá roknað verður við, at ætlaðu broytingarnar í ALS-lógini eru farnar at virka.

Broytingin er, at tey, sum hava B-inntøku, skulu eisini rinda til ALS.

Føroya rættur staðfesti 15. mai í fjør, at gjaldskyldan til ALS er bara galdandi fyri A-inntøkur, soleiðis sum tær eru allýstar í skattalógini. 

Hesin dómur hevur við sær, at tað ikki ber til at lúka tær skyldur, sum Føroyar hava átikið sær við at seta í gildi í Føroyum norðurlendska sáttmálan um almannatrygd og millumlanda avtalur við Noreg sambært sáttmálanum um arbeiðsloysistrygging.

Samsvar er ikki millum ALS-lógina og norðurlendska sáttmálan, sigur Hendrik Old, landsstýrismaður, sum ætlar at fáa løgtingið at broyta ALS-lógina.

Landsstýrismaðurin hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi um ALS-gjald av B-inntøkum.

Arbeiðsgevarin, sum var partur í rættarmálinum í fjør, fekk ikki viðhald í kravinum um at fáa afturrindað tey gjøld, sum hann sjálvboðin hevði rindað ALS. 

Grundgevingin hjá rættinum er, at starvsfólk hansara vóru tryggjað móti arbeiðsloysi í Føroyum, samstundis sum arbeiðsgevarin slapp undan at rinda í Noregi. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119