Útlán vísa óstøðug fíggjarlig viðurskifti

Útlán vísa óstøðug fíggjarlig viðurskifti
Tøl hjá Landsbankanum vísa, at útlán borin saman við BTÚ, geva eina ta bestu ábendingina um óstøðug fíggjarlig viðurskifti.
Báðar kreppurnar í nýggjari tíð síggjast týðiliga. Tær koma beint eftir eitt tíðarskeið við stórum útlánsvøkstri (kreditekspansión)
Mynd: Landsbankin  
 
27.02.2018 - 08:41

Stutt fyri kreppurnar, bæði í 1992 og 2008, var sera stórur útlánsvøkstur, men bruttotjóðarúrtøkan vaks eisini. 

Undan kreppuni í 1992 og aftur í 2008 varð nógv lænt. Útlánsvøksturin undan fyrru kreppuni byrjaði longu í 1983, men útlánsvøksturin tók bara 2-3 ár, áðrenn kreppan rakti í 2008, sigur Landsbankin. 

Støðan í dag er øðrvísi.

Lyklatalið vísir, at útlánini eru minkað samanborið við bruttotjóðarúrtøkuna. BTÚ vaks seks prosent frá 2016 til í fjør, men útlánini eru bara vaksin fimm prosent.

Líkt er tí ikki til, at kredittveitingin úr føroysku peningastovnunum fíggjar vøksturin. 

Búskaparligi vøksturin í løtuni eru tí mest at kalla sjálvfíggjaður, tað er samansparing ella forvunnin peningur, ella er hann fíggjaður við lánum uttanlands, sigur Landsbankin. 

Ein av høvuðsuppgávunum hjá Landsbankanum er at virka fyri fíggjarligum støðufesti i Føroyum. Tað er eisini ásett í nýggju landsbankalógini.

Landsbankin er nú farin at greina, hvørji viðurskiftini kunnu hava størstu neiligu ávirkanina á støðufestið. 

Tú kanst lesa meira á heimasíðuni hjá Landsbankanum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. desember
LEITISSTEIN 10.12.2024 (Teitur)
184928
Týsdag 10. desember
Samværi 052 - Hvussu finni eg tíð?
184911
Týsdag 10. desember
RagnarRokk: Francesco Paoli um Opera
184906
Týsdag 10. desember
Breddin: Politiska skipanin um fráflyting
184891
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184942
Týsdag 10. desember
Veðrið
184922
Týsdag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184893
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812