- Tíðindi, mentan og ítróttur
Margit Stórá nýggjur varastjóri á LS
Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Margit Stórá sum nýggjan varastjóra við sjúkrarøktarfakligari bakgrund á Landssjúkrahúsinum. Tað boðar Heilsu- og innlendismálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Margit Stórá er 47 ára gomul, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá 1997, hevur tikið diplomútbúgving í leiðslu frá DSH í 2001, kardiologiska eftirútbúgving í 2004, umframt master of public management á Syddansk Universitet í 2012.
Margit hevur drúgvar royndir í sjúkrarøkt bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur og deildarleiðari.
Hon hevur eisini drúgvar royndir á fyrisitingarliga økinum, har hon m.a. hevur umsitið Kommunulæknaskipanina, umframt royndir sum sjálvstøðugur ráðgevi og undirvísari. Síðani í apríl í fjør hevur Margit Stórá verið fakligur samskipari á Landssjúkrahúsinum.
Margit Stórá byrjar í starvinum 12. mars.