- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kambur sleppur ikki at landa
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/13c0ac85d7c9c5abc3bbe0eb0433c8b1.png?itok=0Le6cfav)
Kambur roynir í løtuni undir Íslandi. Skipið kom í morgun inn á Hafnafjørðin, tí tekniskir trupulleikar vóru við eini kumpass umborð.
Kambur hevur okkurt um 50 tons í lastini, og skiparin ætlaði at nýta hetta høvið til at landa fiskin har og senda hann heim við bingju til Føroya.
Ein leistur, sum Kambur hevur brúkt síðstu árini, tí íslandskvotan hjá skipinum er nakað størri enn til ein túr, men ov lítil til tveir íslandstúrar.
Fiskurin skal landast í Føroyum
Reiðaríið hjá línuskipinum Kambi hevur fyrrapartin verið í samband við føroyskar myndugleikar fyri at fáa undantaksloyvi at landa tey 50 tonsini í Íslandi og flyta fiskin heim til Føroya í bingjum.
Men svarið er noktandi - tað er í stríð við nýggju fiskivinnulógina, sum sigur, at fiskurin skal landast í Føroyum.
- Manglandi forstálsli fyri fiskiskapi
Tá línuskipini fiskaðu á Flemish Kap fingu tey loyvi at landa fiskin í Bay Roberts og flyta fiskin heim til Føroya í bingjum. Men tað ber ikki til, tá línuskipini fiska undir Íslandi.
Mortan Mortensen, skipari á Kambi ásannar, at sjálvandi eiga reiðaríið og hann sum skipari at seta seg inn í nýggju fiskivinnulógina og kenna tær treytir, hann sambært nýggju fiskivinnulógini skal virka undir.
- Men treytirnar eru fullkomuliga við síðuna av og vísa manglandi forstáilsi fyri fiskiskapi, heldur hann.