Bóðu aftur um eginkvotur á Flemish Cap hesaferð

Bóðu aftur um eginkvotur á Flemish Cap hesaferð
Toskakvotan er tó framvegis felagskvota hjá átta skipum, sum kunnu kappfiska sløk 2.500 tons av toski
Føroyski toskafiskiskapurin á Flemish Cap er byrjaður.
 
08.01.2018 - 07:04

Aftur hesa ferð bað Fiskivinnuráðið um, at fiskiskapurin á Flemish Cap verður skipaður við eginkvotum í staðin fyri felagskvotu.

Í sínum hoyringarskrivi um kunngerðina um fiskiskpain á Flemish Cap í 2018 biður Fiskivinnuráðið landsstýrismannin hava hetta í huga næsta ár, so skipini tá fáa egnar kvotur.

Reiðarafelagið vil hava undantak frá kravinum um, at alt skal avreiðast í Føroyum, tá fiskað verður á fjarleiðum, eitt nú á Flemish Cap.   

Fiskiskapurin á Flemish Cap byrjaði á midnátt leygarkvøldið. Felagið línuskip bað um, at fiskiskapurin ikki byrjaði fyrr enn 7.januar.

Føroyska kvotan á Flemish Cap er í ár 2491 tons av toski. 

Felagskvota

Fiskiskapurin á Flemish Kap verður skipaður við felagskvotu, og alt skal fiskast við línu. 

Tey átta línuskipini, sum hava fingið loyvi at royna á Flemish Kap í ár, fáa tí í meðal 311 tons. 

Men av tí at talan er um felagskvotu, kunnu einstøk skip fiska meira enn hesi 311 tonsini, áðrenn felagskvotan er uppi.

Alt til Føroya

Hóast ætlanin í nýggju fiskivinnulóggávuni er, at partur av føroysku kvotunum skal seljast á uppboðssølu, og partur skal latast sum menningarkvotur, verður øll føroyska kvotan á Flemish Cap latin línuskipum á sama hátt sum síðstu árini.

Kravið er, at allur fiskur skal avreiðast í Føroyum. 

Men skipunum á Flemish Cap nýtist tó ikki at sigla ta longu leið til Føroya, tá tey hava fingið uppí. 

Tey kunnu avreiða vestanfyri og senda fiskin heim í bingjum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164